Føroyska ullin er og
verður hjartað í Sirri

Í 2025 eru Sirri-pløggini gjørd úr 80% føroyskari ull og 20% nýsælendskari ull. Framtíðin er ein ferð móti okkara dreymi – at brúka reina føroyska ull.

Møttil

1.299 kr.

Kot

1.299 kr.

Troyggja

1.299 kr.

Møttil

1.299 kr.

Møttil

1.299 kr.

Kot

1.299 kr.

Troyggja

1.299 kr.

Møttil

1.299 kr.

Sirri varð stovnað í 2000 av Karin og Árna Brattaberg. Hugskotið var einfalt: at gagnnýta tað tilfeingi, vit hava í Føroyum – føroysku ullina – og geva henni eitt nýtt lív.

Føroyska ullin

Í øldir hevur seyðurin verið hjartað í føroyska lívinum. Longu í Seyðabrævinum frá 1298 sæst, hvussu týðandi ullin hevur verið – eitt tilfeingi, sum tryggjaði bæði lív og lívsgrundarlag.

Fyrr var hon einasta tilfarið, tá klæðir skuldu gerast. Ullin verndi móti stormum og kulda og gjørdist eitt náttúrligt skjól undir hesum harðbalna veðurlagi.

Í dag hevur hon fingið ein nýggjan leiklut. Sama ull, sum fyrr var lívsneyðug, verður nú brúkt til at skapa klæðir, ið bera søguna víðari – mótaklæði, sum sameina føroyskan siðaarv og eitt nútímans eyðkenni.

Av rættini til plagg
Seyðahár
í 1000 ár
átti lívið
í okkum
Ein vælbundin troyggja
úr føroyskari ull
Er eins og brynja
ið verjir fyri øllum veðri
lat teg úr troyggjuni
rist hana einar tvær ferðir
og regndroparnir flúgva burtur
Vælbundnar hosur
eru altíð heitar
Verða tær vátar
hitna tær aftur
Var tú kaldur um
høvur og fót
beyð tær ikki bót
Frá innast til uttast
frá høvur til fót
Hin vælsignaða ullin
eisini til segl og nót
Við hógv
verður ull
til víkingatógv

Tá Sirri byrjaði, var endamálið greiðt: at bjarga føroysku ullini – og at skapa klæðir, sum tóku støði í okkara náttúru, okkara veðri og okkara mentan.

Í 2025 eru Sirri-pløggini gjørd úr 80% føroyskari ull og 20% nýsælendskari ull. Framtíðin er ein ferð móti okkara dreymi – at brúka reina føroyska ull.

Okkara tógv fæst í handlum ymsastaðni í landinum

Norðastova

í Støð 8

Fuglafjørður

Norðastova

í Støð 8

Fuglafjørður

Norðastova

í Støð 8

Fuglafjørður

Norðastova

í Støð 8

Fuglafjørður

Norðastova

í Støð 8

Fuglafjørður

Norðastova

í Støð 8

Fuglafjørður

Norðastova

í Støð 8

Fuglafjørður

Norðastova

í Støð 8

Fuglafjørður